Fá eitt tilboð
Skip to content
Vinnureingerð frá Klárt
Reint arbeiðspláss.
Klárari gerandisdagur.
Vinnureingerð

Vinnureingerð frá Klárt ger tað lættari at halda arbeiðsplássið reint og væl røkt. Vit laga reingerðina eftir tykkara tørvi, so tit fáa eina loysn, ið hóskar til virksemið og gerandisdagin.

Góð vinnureingerð skal bara rigga.

Einki arbeiðspláss er eins. Tí byrja vit við tykkara tørvi og finna eina loysn, sum hóskar til virksemið, hølini og gerandisdagin. Ein góð reingerðaravtala skal vera løtt at hava við at gera og laga seg eftir tí, sum arbeiðsplássið hevur brúk fyri.

Málið er einfalt: tit skulu kunna hugsavna tykkum um arbeiðið, meðan vit taka okkum av reingerðini. Við einari væl skipaðari avtalu verður tað lættari at halda arbeiðsplássið reint og innbjóðandi fyri starvsfólk, kundar og gestir.

Vinnureingerð, ið passar til tykkara virksemi.

Vit halda tað einfalt. Tit fortelja okkum um arbeiðsplássið og tørvin, og vit finna eina loysn, ið riggar í gerandisdegnum.

01

Tørvurin

Vit byrja við tykkara hølum, virksemi og tí, tit hava brúk fyri.

02

Avtalan

Reingerðin verður løgd til rættis, so hon passar inn í tykkara arbeiðsdag.

03

Arbeiðsplássið

Vit taka okkum av arbeiðinum, so tit kunnu hugsavna tykkum um tykkara egna arbeiði.

Professionell vinnureingerð frá Klárt

Soleiðis kemur samstarvið í gongd.

Tað skal vera lætt at fáa eina reingerðaravtalu, ið riggar í praksis. Tí halda vit gongdina so einfalda sum gjørligt.

01

Fortel okkum um tørvin

Send okkum nakrar upplýsingar um arbeiðsplássið og tað, tit hava brúk fyri.

02

Vit finna loysnina

Vit venda aftur og finna eina loysn, ið hóskar til tykkara virksemi.

03

Vit taka okkum av restini

Tá avtalan er upp á pláss, taka vit okkum av reingerðini.

Ein avtala, ið skal rigga í gerandisdegnum.

Gott samstarv krevur meira enn bara reingerð. Tí leggja vit dent á greiðar avtalur, gott samskifti og eina loysn, ið hóskar til arbeiðsplássið. Tað skal vera greitt, hvat er avtalað, og lætt at koma í samband við okkum, tá tørvur er á tí.

Álítandi 01
Fleksibult 02
Greiðar avtalur 03

Skulu vit taka okkum av reingerðini?

Fortel okkum eitt sindur um arbeiðsplássið og tykkara tørv, so kunnu vit venda aftur við einari loysn.

Fá eitt tilboð