Fá eitt tilboð
Skip to content
Klárt professionell reingerð
Reingerð við
ábyrgd.
Um Klárt

Klárt er ein føroysk fyritøka, sum vil gera professionella reingerð einfalda, álítandi og lætta at hava við at gera.

Vit vilja gera tað lætt at hava eitt reint og væl røkt umhvørvi.

Hjá Klárt snýr reingerð seg ikki bara um sjálvt arbeiðið. Tað snýr seg eisini um, at kundin skal kunna líta á avtaluna, á samskiftið og á úrslitið.

Tí royna vit at halda tað einfalt. Vit lurta eftir tørvinum, leggja uppgávuna greitt til rættis og taka ábyrgd av arbeiðinum frá byrjan til enda.

Fyri okkum verður góðska ikki bara máld í tí, sum sæst beint eftir reingerðina. Hon sæst eisini í mátanum, tænastan verður veitt.

Ordiligt arbeiði.
Greið tænasta.

01

Álítandi

Tú skalt kunna rokna við, at vit gera tað, sum vit hava avtalað.

02

Góðska

Vit leggja dent á smálutirnar og á eitt støðugt gott úrslit.

03

Fleksibult

Tørvurin er ikki tann sami hjá øllum. Tí verður loysnin lagað eftir kundanum.

Starvsfólk hjá Klárt í arbeiði
Tað einfalda krevur, at smálutirnir eru upp á pláss.

Málið hjá Klárt er, at kundin skal hava sum minst at hugsa um. Tað krevur greiðar avtalur, gott samskifti og fólk, sum taka ábyrgd av uppgávuni.

Vit arbeiða tí við einari einfaldari hugsan: gera tað, vit hava avtalað, gera tað ordiliga og gera tað lætt hjá kundanum.

Fólkini handan Klárt.

Ein góð tænasta byrjar við góðum fólkum. Her eru nøkur av teimum, sum hvønn dag eru við til at fáa Klárt at rigga.

Anna Majewska

Anna Majewska

Manager
Alyona Joensen

Alyona Joensen

Cleaning
Phyuthwe Htet Htet Khaing

Phyuthwe Htet Htet Khaing

Laundry
Pokky Tuborg

Pokky Tuborg

Laundry
Lance Ezeq Pingol

Lance Ezeq Pingol

Cleaning

Skulu vit eisini gera tað lættari hjá tær?

Fortel okkum eitt sindur um uppgávuna, so kunnu vit finna eina loysn, ið hóskar til tín tørv.

Fá eitt tilboð