Minni at hugsa um.
Privat reingerð frá Klárt ger tað lættari at halda heimið reint og væl røkt. Vit laga reingerðina eftir tínum tørvi, so tú fært eina loysn, ið hóskar til teg og títt heim.
Reingerð skal gera gerandisdagin lættari.
Tørvurin er ymiskur frá heimi til heim. Tí byrja vit við tí, tú hevur brúk fyri, og finna eina loysn, sum hóskar til tín gerandisdag. Tað kann vera reglulig hjálp ella ein einstøk uppgáva, har tú ynskir at fáa meira tíð til annað.
Málið er einfalt: tú skalt koma heim til eitt reint og væl røkt heim uttan at brúka tína egnu tíð upp á reingerðina. Avtalan verður løgd til rættis eftir heiminum og tí, tú hevur brúk fyri.
Privat reingerð, ið passar til títt heim.
Vit halda tað einfalt. Tú fortelur okkum um heimið og tað, tú hevur brúk fyri, og vit finna eina reingerðaravtalu, ið passar til tín.
Tín tørvur
Vit byrja við heiminum og tí, tú ynskir hjálp til.
Tín avtala
Reingerðin verður løgd til rættis, so hon passar til tín gerandisdag.
Eitt reint heim
Vit taka okkum av arbeiðinum, so tú kanst brúka tíðina upp á annað.
Soleiðis kemur tú í gongd.
Tað skal vera lætt at fáa hjálp til reingerðina. Tí halda vit gongdina so einfalda sum gjørligt.
Fortel okkum um tørvin
Send okkum upplýsingar um heimið og hvat tú ynskir hjálp til.
Vit finna loysnina
Vit venda aftur og finna eina loysn, ið hóskar til uppgávuna.
Vit taka okkum av restini
Tá avtalan er upp á pláss, taka vit okkum av reingerðini.
Tað skal kennast trygt og einfalt.
Tá onnur koma inn í títt heim, hevur álit stóran týdning. Tí leggja vit dent á greiðar avtalur, gott samskifti og eitt arbeiði, sum verður gjørt ordiliga. Tú skalt vita, hvat er avtalað, og tað skal vera lætt at koma í samband við okkum.
Skulu vit taka okkum av reingerðini?
Fortel okkum eitt sindur um heimið og tín tørv, so kunnu vit venda aftur við einari loysn.
Fá eitt tilboð